onsdag den 26. december 2007

Eg vil hava kjøt at eta...


Babba, hvussu ofta skal eg siga, at mær dámar so væl kjøt?


Tá tit ikki vilja geva mær tað, so má eg fáa mær tað sjálv ...


Babba, ikki blíva við at taka bílæt. Kom heldur og hjálp mær,
tí hetta er so ringt at fáa av...

Eg havi fingið køk ...


Hygg, eg havi fingið køk. So nú kann eg gera mær sjálvum
mat, um eg ikki vil hava tað, sum mamma ella babba geva
mær...



Man kan altíð byrja við at gera sær ein kaffimunn, ha?

Rísalamang um andlitið


Tað er nógv lættari at eta rísalamang upp á henda mátan.


Men tað er ikki sikkurt, at man fær so øgiliga nógv afturat...

Jólaaftan og nógvir pakkar


Henda pakkan fekk eg frá abba í Hoyvík.


Abbi og mamma pakka upp. Tað tími eg ikki at hyggja eftir.

Lìtlajólaaftan fekk eg aftur ís


Sunnudagin ótu vit døgverða saman við Rógva Dávid gubba,
Jenny gummu, Hans gubba og Siri. Tá fingu vit ís omaná.

fredag den 21. december 2007

Fjóla er - næstan - altíð í góðum lag

Babba, henda fløgan er orgla góð


Veisfat, babba, eg haldi at henda fløgan er orgla góð.
Kann eg sleppa at hoyra hesa?

søndag den 16. december 2007

Eg havi fingið gladu ...


Smakkar hetta væl, babba?


Oys, ja, tað ger tað. So tími eg ikki at eta kleynuna.


Hví eri eg so skitin um sníðið og um fingrarnar, babba?

Mær dámar so væl ræst kjøt


Eg veit ikki, um eg skal tora at eta tað


Er tað soleiðis man skal gera, babba?


Og skal man so koyra tað í munnin?
Tað er so ringt at raka munnin.

Banan smakkar orgla væl


Tað er orgla deiligt at fáa banan at eta.


Helsji eg eri fitt mamma?


Hygg babba tú kann eiga hana, eg tími ikki eta banan meir

Vit eta morgunmat


Hygg fastir og abbi, mær dámar orgla væl at eta breyð...


Hey mamma mín ...

torsdag den 29. november 2007

Fjóla er sjúk ...


Doktarin prikaði meg í gjár, og í dag havi eg havt fepur.


Halda tit ikki, at eg síggi orgla sjúk út?

onsdag den 21. november 2007

Góðan morgun, góðan morgun...


Hey tit øgl. Soleiðs síggi eg út tá tað er morgun...

Hygga mamma eigur í taskuni hjá sær


Dekan fari, heldur tú mamma veit av, at hon eigur forskelligt
í her? Og heldur tú, at hon leggur nakað í um eg spæli við tað?



Tað kann eisini gott etast, ha??

Troyttandi at koyra bil


Ikki babba, hatta ljósið er so sterkt


Tími ikki upp á bílæt, tí eg eri so liiin...

lørdag den 3. november 2007

Nú er Fjóla eitt ár

Í gjár fylti eg eitt ár. Men av tí, at tað var arbeiðsdagur hjá
mammu og babba, so hildu vit ikki føðingardagin fyrr enn í dag.
Og veisfat? Tey sungu fyri mær. "Nú er tú eitt ár, størri enn í
gjár, tillukku, tillukku, tillukku frá mær" ...



Hygg mamma, eg dugi sjávl at fara upp í vindeyga. Tað dugur
man, tá man er eitt ár.


Fastir og abbi komu í føsdag í gjár, tí abbi skuldi gera okkurt
annað í dag. Men fastir snýtti, tí hon kom eisini í dag, hihi ...

Eg fekk so stóran pakka frá fastir, abba, Súna og Ruth, at eg
kundi sita á honum
.

Í dag kom Estrid eisini í føsdag hjá mær. Og veisfat, hon er
ordiliga fitt, tí hon hjálpti mær at pakka gávuna upp.


Súni babbaba hjálpti mær eisini at pakka upp.

Jenny didda var í føsdag hjá mær ...


Tað var Rógvi Dávid gubbi eisini ...


... og tað var Jórun eisini. Tað var ordiliga skeg at síggja
tey trý.


Hví havi eg fingið ein tallerk, um eg einki kann fáa á hann.
Er tað eingin tænasta í hesum húsinum?



Jórunn Døgg, Mostir og Sandra vóru ordiliga fínar, tá tær
komu í føsdag hjá mær.



Jórunn Døgg, Mostir, Helena, Sandra og Sóley hyggja, meðan
eg pakki upp.


Mamma og babba keyptu mær ein dukkuvogn í føsdagávu.
Hann er so fínur, at hann hevur bæði navn og nummarplátu
á. Á nummarplátuni stendur 02.11.06.
Alt hetta og nógv afturat fekk eg í føsdagávu. Nógv, ha?


Eyðbjørg og Siri komu næstan beint úr Vestmanna, har Siri
hevði spælt hondbólt.
Tað er so ferdiliga strævið at halda føsdag. So eg steinsovnaði,
tá eg setti meg hjá fastir. Men eg vaknaði aftur eina løtu seinni,
og so spældi eg eina løtu við Sóley, Sandru og Jórunn Døgg
áðrenn eg fór í song.

søndag den 21. oktober 2007

Í bað


Eg slapp at spæla í baðikarinum í morgun.
Mamma og babba vóru hjá mær meðan
eg var í bað.

Eg havi vitjað fastir og abba






Tá eg skuldi í føsdag hjá Estrid fór eg fyrst at vitja fastur og abba. Tey tóku hesar myndirnar av mær, og eg slapp eisini at kikka eftir teknifilm

torsdag den 18. oktober 2007

Ba er heima og vitjar meg.


Eg kendi hann ikki ordiliga, tá hann kom úr flúgvaranum týsdagin. Men nú
tími eg ordiliga væl at sita
hjá honum.