Babba mín og eg vóju einsimaløgg heima í dag, tí mamma sá meg vaj í Havn. Babba bleiv við at taka bílæt av meg, so tí vaj eg ókláj onketíð. Tað sigi babba mín ...
Hey tit øll og vælkomin á mína nýggju blogsíðu. Mamma og babba halda, at eg skal hava eina sórna síðu, so øll kunnu fylgja við meðan eg veksi.
Babba og mamma fara at leggja nakrar myndir frá tí eg var fødd, men vit hava lænt nakrar myndir frá Ólavi og teimum. Pápi hansara, Frans, hevur tikið myndirnar heima hjá teimum, tá vit vóru við Hans í Danmark.
Eg eiti Fjóla Sveinsdóttir, og eg varð fødd 2. november 2006. Mamma mín, hon eitur Eilin, og pápi mín halda, at eg skal hava eina sórna heimasíðu, har tey kunnu leggja myndir av mær, so tit kunnu síggja, hvussu skjótt eg veksi.
Babba ætlaði at leggja myndir út ordiliga ofta, men onkuntíð haldi eg, at hann heilt gloymur tað. Eg hopi at tit hava tol at bíða.