onsdag den 26. december 2007

Eg vil hava kjøt at eta...


Babba, hvussu ofta skal eg siga, at mær dámar so væl kjøt?


Tá tit ikki vilja geva mær tað, so má eg fáa mær tað sjálv ...


Babba, ikki blíva við at taka bílæt. Kom heldur og hjálp mær,
tí hetta er so ringt at fáa av...

Eg havi fingið køk ...


Hygg, eg havi fingið køk. So nú kann eg gera mær sjálvum
mat, um eg ikki vil hava tað, sum mamma ella babba geva
mær...



Man kan altíð byrja við at gera sær ein kaffimunn, ha?

Rísalamang um andlitið


Tað er nógv lættari at eta rísalamang upp á henda mátan.


Men tað er ikki sikkurt, at man fær so øgiliga nógv afturat...

Jólaaftan og nógvir pakkar


Henda pakkan fekk eg frá abba í Hoyvík.


Abbi og mamma pakka upp. Tað tími eg ikki at hyggja eftir.

Lìtlajólaaftan fekk eg aftur ís


Sunnudagin ótu vit døgverða saman við Rógva Dávid gubba,
Jenny gummu, Hans gubba og Siri. Tá fingu vit ís omaná.

fredag den 21. december 2007

Fjóla er - næstan - altíð í góðum lag

Babba, henda fløgan er orgla góð


Veisfat, babba, eg haldi at henda fløgan er orgla góð.
Kann eg sleppa at hoyra hesa?

søndag den 16. december 2007

Eg havi fingið gladu ...


Smakkar hetta væl, babba?


Oys, ja, tað ger tað. So tími eg ikki at eta kleynuna.


Hví eri eg so skitin um sníðið og um fingrarnar, babba?

Mær dámar so væl ræst kjøt


Eg veit ikki, um eg skal tora at eta tað


Er tað soleiðis man skal gera, babba?


Og skal man so koyra tað í munnin?
Tað er so ringt at raka munnin.

Banan smakkar orgla væl


Tað er orgla deiligt at fáa banan at eta.


Helsji eg eri fitt mamma?


Hygg babba tú kann eiga hana, eg tími ikki eta banan meir

Vit eta morgunmat


Hygg fastir og abbi, mær dámar orgla væl at eta breyð...


Hey mamma mín ...