lørdag den 3. november 2007

Nú er Fjóla eitt ár

Í gjár fylti eg eitt ár. Men av tí, at tað var arbeiðsdagur hjá
mammu og babba, so hildu vit ikki føðingardagin fyrr enn í dag.
Og veisfat? Tey sungu fyri mær. "Nú er tú eitt ár, størri enn í
gjár, tillukku, tillukku, tillukku frá mær" ...



Hygg mamma, eg dugi sjávl at fara upp í vindeyga. Tað dugur
man, tá man er eitt ár.


Fastir og abbi komu í føsdag í gjár, tí abbi skuldi gera okkurt
annað í dag. Men fastir snýtti, tí hon kom eisini í dag, hihi ...

Eg fekk so stóran pakka frá fastir, abba, Súna og Ruth, at eg
kundi sita á honum
.

Í dag kom Estrid eisini í føsdag hjá mær. Og veisfat, hon er
ordiliga fitt, tí hon hjálpti mær at pakka gávuna upp.


Súni babbaba hjálpti mær eisini at pakka upp.

Jenny didda var í føsdag hjá mær ...


Tað var Rógvi Dávid gubbi eisini ...


... og tað var Jórun eisini. Tað var ordiliga skeg at síggja
tey trý.


Hví havi eg fingið ein tallerk, um eg einki kann fáa á hann.
Er tað eingin tænasta í hesum húsinum?



Jórunn Døgg, Mostir og Sandra vóru ordiliga fínar, tá tær
komu í føsdag hjá mær.



Jórunn Døgg, Mostir, Helena, Sandra og Sóley hyggja, meðan
eg pakki upp.


Mamma og babba keyptu mær ein dukkuvogn í føsdagávu.
Hann er so fínur, at hann hevur bæði navn og nummarplátu
á. Á nummarplátuni stendur 02.11.06.
Alt hetta og nógv afturat fekk eg í føsdagávu. Nógv, ha?


Eyðbjørg og Siri komu næstan beint úr Vestmanna, har Siri
hevði spælt hondbólt.
Tað er so ferdiliga strævið at halda føsdag. So eg steinsovnaði,
tá eg setti meg hjá fastir. Men eg vaknaði aftur eina løtu seinni,
og so spældi eg eina løtu við Sóley, Sandru og Jórunn Døgg
áðrenn eg fór í song.

1 kommentar:

Jóna og Frans sagde ...

Tillukku Fjóla. Klemm Ólavur + foreldur.