Vit ætlaðu at fara til Lyngby at hyggja eftir FCK, men
har var útselt, og tí gjørdu vit av at fara ein túr í býin.
Veðrið í Keypmannahavn í dag var so heilt einastandandi
gott, og vit endaðu í Nyhavnini, har tað var pinnpakkað
við fólki.
Vit endaðu á Institut for karriereudvikling, mentalhygieinisku
deild, har vit fingu eina øl.
Tá vit fóru heimaftur, gingu vit inn á Strøgið,
har vit møttu hesum manninum - tí til høgru,
also. Hann sigst hava verið 2,72 metrar. Brád-
liga kendi eg meg ordiliga lítlan.

Fjóla var eftir heima hjá mammu síni og Hansi, og tey
gjørdu døgvera til allan flokkin. Her er hon farin at lúra
út gjøgnum altanhurðina á fimtu hædd niður á Amager-
brogade. Og mamma heldur í ...
Ingen kommentarer:
Send en kommentar